Skip to main content

Nýggj bók til tey grønmetisáhugaðu

12.03.2024

Í sBókini Plantur til matna eru meira enn 150 grønmetissløg umrødd, sum kunnnu vaksa úti í Føroyum.

Bókin Plantur til matna er ætlað sum frálærutilfar til at menna eina føroyska grønmetisframleiðslu, bæði vinnuliga og til heimabrúk. Bókin verður í fyrstu syftu løgd ókeypis út á sBókapallin hjá Námi.

 

Tróndur G. Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni skrivar um bókina:

Útgávan Plantur til matna er úrslit av eini verkætlan, ið Búnaðarstovan, í samstarvi við NÁM og Siggu Rasmussen, høvund, tók stig til á vári í 2022.

Umsókn um fígging av verkætlanini varð send Umhvørvis- og vinnumálaráðnum í 2022, og valdi táverandi landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, Magnus Rasmussen, at játta verkætlanini fígging av kontuni fyri stuðul til menning á landbúnaðarøkinum.

Tað er tí ein gleði hjá verkætlanarbólkinum at kvitta fyri álitið við at leggja hesa sBókina um grønmetisdyrking í Føroyum fram nú.

Búnaðarstovan staðfesti longu í 2017 ein grundleggjandi tørv á frálærutilfari innan evnið grønmetisdyrking her á landi, men ta ferðina bar ikki á mál við ætlanini. Drúgt er tað, ið drýpur, verður tikið til, og soleiðis er eisini í hesum føri.

Hóast frálærutilfar um grønmetisdyrking er at finna í okkara grannalondum, er tørvurin tó stórur á frálærutilfari á føroyskum, og sum somuleiðis hevur kjølfesti í okkara egnu vakstrarlíkindum, bæði viðvíkjandi jørðildi og veðri, eins og umstøðum annars.

Frá Búnaðarstovunnar síðu eru vit stak væl nøgd við, at Sigga Rasmussen, cand. hort., vildi taka uppgávuna á seg sum rithøvundur til hendan bóklingin.

Við sínum fakliga ástøði, sínum drúgvu royndum við gróðri í Føroyum, eins og hollu royndum frá undirvísing í plantufrøði m.a. á Fróðskaparsetrinum, fingust valla betri førleikar til at flyta hesa vitan inn í ein føroyskan samanhang.

 

sBókin verður sýnd fram og umrødd á útgávutiltaki í Námi hósdagin 21. mars klokkan 17:00.

 

Øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi

08.03.2025

Á kvinnudegnum 8. mars 2025 verður filmurin Karyat…

Les meira
25.02.2025

PISA-kanningin verður í tíðarskeiðnum frá 3. mars…

Les meira
13.02.2025

Bókin Kom og les raðið er ein stór hjálp hjá…

Les meira
30.01.2025

Nám gevur út talgilt undirvísingartilfar um…

Les meira
28.01.2025

Filmar og sendingar frá Kringvarpi Føroya eru nú…

Les meira
07.01.2025

Klippfisk og Barnafilmfestivalurin BFF 2025 skipa…

Les meira
13.12.2024

Nám gevur út bókina “Úr gomlum ritum” við…

Les meira
09.12.2024

Námsætlanirnar í heimstaðarlæru og í kravda…

Les meira
03.12.2024

Týskvøldið varð avdúkað í Havnar Bio, at…

Les meira